Mannagongd fyri arbeiðsklæðir

1. Endamál

Endamálið við hesi mannagongd er at tryggja:

  • at øll tíma- og fastlønt starvsfólk hjá Elfelagnum SEV, sum sambært løgtingslóg um arbeiðaraverd og sambært innanhýsis reglum hjá SEV skulu nýta trygdarklæðir, fáa hesi útflýggjað ókeypis
  • at tryggja at starvsfólk fáa útflýggjað arbeiðsklæðir, sum minstamark lúka treytirnar í sáttmálum á økinum

2. Almennar reglur

Útgerð og klæðir verða týðiliga merkt við SEV-búmerkinum og eru ogn elfelagsins.

Starvsfólk í SEV-klæðum eru at rokna sum umboð fyri SEV, tí verður kravt, at tey sína góðan atburð.

Tað er strangliga bannað at nýta arbeiðsklæðir hjá SEV í sambandi við tiltøk undir arbeiðsmarknaðar ósemjum.

3. Trygdarklæðir (Endurskinsklæðir)

Endurskinsklæðir er persónlig trygdarútgerð, sum er gjørd av sterkum litum, og sum er evnað í flúrglógvandi gulum, appilsingulum ella reyðum, og av tilfari sum endurspeglar ljós frá t.d. billygtum.

Endurskinsklæðir eru býtt sundur í tríggjar flokkar alt eftir, hvussu nógv klæðini eru gjørd av littum tilfari og endurskinstilfari. Klæðir í flokki 1 eru minst sjónlig, meðan klæðir í flokki 3 eru mest sjónlig.

Felags treytir fyri teir tríggjar flokkarnar av endurskinsklæðum er:

  • At klæðini eru sjónlig bæði um dagin og um náttina
  • At klæðini eru sjónlig frá øllum síðum
  • At endurskinini eru sett á klæðini sum framhevja persónin soleiðis, at førarin av einum akfari beinanvegin kann síggja, at talan er um ein persón og t.d. ikki eitt skelti

Endurskinsklæðir eftir flokki 3 skulu fjala yvirkroppin og hava langar ermur og/ella langar buksur við enduskinsbandi.

Endurskinsklæðir skulu vera CE-merkt. Treytirnar, fyri at verða sjónskur, eru lúkaðar, um klæðini eru roynd og flokkað eftir standardinum DS/EN ISO 20471.

Endurskinsklæðir, sum eru framleid eftir gamla standardinum, DS/EN 471 kunnu enn nýtast.

4. Trygdarklæðir til verju móti ljósboða

5. Ásetingar um nær trygdarklæðir skulu nýtast, tá ið arbeitt verður fyri SEV

Tá ið arbeitt verður, har ferðsla er, skulu starvsfólk hjá SEV vera klødd sambært niðanfyristandandi ásetingum:

  • Tá ið ferðin er 30 km/t ella minni, verða endurskinsklæðir nýtt eftir flokki 1 ella hægri
  • Tá ið ferðin er millum 30 og 60 km/t, verða endurskinsklæðir nýtt eftir flokki 2 ella hægri
  • Tá ið ferðin er 60 km/t, verða endurskinsklæðir nýtt eftir flokki 3

Tá ið farið verður inn á byggipláss, eiga starvsfólk hjá SEV í minsta lagi at verða klødd samsvarandi flokki 1 og eftir ásetingunum, sum eru galdandi fyri byggiplássið t.d. við at vera í latin trygdarskógvar og hjálm.

6. Arbeiðsklæðir til starvsfólk á elverkunum

Fyri starvsfólkini á elverkunum er galdandi, at eitt byrjnaðarsett av arbeiðsklæðum umfatar:

  • tvinnar buksur
  • tvær skjúrtur
  • eina sweatshirt
  • tvær T-shirts
  • eina ketildrakt
  • ein jakka
  • eitt par av trygdarskógvum
  • tvey pør av hosum

7. Arbeiðsklæðir til starvsfólk á rakstrardeildini

Fyri starvsfólk á rakstrardeildini er galdandi, at eitt byrjanarsett av arbeiðsklæðum umfatar:

  • tvinnar buksur
  • tvær skjúrtur
  • eina sweatshirt
  • tvær T-shirts
  • eina ketildrakt
  • ein jakka
  • eina termodrakt
  • eitt sett av regnklæðum
  • eina húgvu
  • tvey pør av heitum hosum
  • tvey pør av hosum
  • eitt par av trygdarskógvum
  • eitt par av trygdarstivlum

8. Arbeiðsklæðir til eftirlitsfólk

Fyri eftirlitsfólk og onnur, ið umboða Elfelagið SEV í arbeiðsørindum, er galdandi, at eitt byrjanaðarsett av arbeiðsklæðum umfatar:

  • tvinnar buksur
  • tvær skjúrtur
  • eina sweatshirt
  • tvær T-shirts
  • eina ketildrakt
  • eitt par av trygdarskógvum
  • ein vetrarjakka
  • ein summarjakka
  • eina húgvu

9. Arbeiðsklæðir til onnur

Hava onnur starvsfólk tørv á ella ynskir viðvíkjandi trygdar- og/ella arbeiðsklæðum, skal starvsfólkið í samráð við leiðara sín og umsitingina av hesi skipan finna eina nøktandi loysn. Hetta er millum annað galdandi fyri verkfrøðingar og starvsfólk á Eltøkni deildini, sum til tíðir starvast á elverkunum og onnur starvsfólk hjá SEV, sum ikki koma beinleiðis undir hesa skipan.

10. Umsiting

Veitarin av arbeiðsklæðum hevur arbeiðsklæðini (undantikið trygdarskógvar, trygdarstivlar og hjálmar) á goymslu, og umsitur hesa skipan vegna SEV. Veitarin er:

Vest Pack
Fjarðarvegur 10
Vestmanna

Tlf. 236104
jonleyg@vestpack.fo 

Tað, sum verður útflýggjað starvsfólkinum, verður skrásett hjá avvarðandi leiðara.

11. Útskifting o.a.

Tá ið klæðini eru slitin, skrødd ella á annan hátt ónýtilig, fáast nýggj.

Starvsfólkið útfyllir bíleggingarseðilin antin á teldu ella við at útskriva hann og fylla hann út við hond.

Bíleggingarseðilin skal sendast/avhandast til leiðaran á deildini/-staðnum, sum skal vátta/góðkenna bíleggingina og senda hana til veitaran til avgreiðslu.

Fyri starvsfólk á elverkum er ein serlig stig skipan gjørd, har starvsfólk annaðhvørt ár kunnu fáa útflýggjað arbeiðsklæðir svarandi til 100 stig og annaðhvørt ár svarandi til 130 stig (sí Arbeiðsklæðir til starvsfólk á elverkum – eftir stigum).

12. Trygdarútgerð á elverkunum

Verkmeistarin hevur ábyrgdina av, at øll trygdarútgerð – hjálmar, hoyrivernd og annað - er tøk og í góðum standi á teimum einstøku verkunum.

13. Trygdarútgerð annars

Ein og hvør, ið varðar av øðrum starvsfólkum, hevur ábyrgdina av, at hesi altíð hava lætta atgongd til alla trygdarútgerð, ið teimum tørvar í arbeiðnum, og at útgerðin er í góðum standi. Eisini hava starvsfólk ábyrgdina av at nýta trygdarútgerð sambært ásetingunum hjá SEV.

14. Tilvísingar og skrásetingar